Hetta er snøgt sagt tað sama sum at tveita pengarnar út ígjøgnum vindeygað.
Bjarni Clementsen, fyrrverandi leiðari á leiðari á Eirargarði og Serstovnadeildini, ávarar í dag ímóti ætlanini at gera ábøtur á Eirargarð og umbyggja hann til íbúðir til fólk við menningartarni.
Hann var á 35 ára hátíðarhaldi á Eirargarði í gjár, og hann heldur, at starvsfólk og avvarðandi hava gjørt eitt megnar arbeiði øll hesi nógvu árini, fyri at fáa deildirnar at vera so heimligar sum møguligt. Tað er eitt satt bragd í sjálvum sær.
Men tað órógvar hann, tá ið hann frætti, at nú er ætlanin at gera ábøtur á Eirargarði, og samstundis at gera hinar deildinar, sum nú ikki verða brúktar til bústað, aftur til bústaðir til menningartarnað í meginøkinum.
- Hetta er eftir mínum tykki "hol í høvdið". Tað fer at kosta so stórar upphæddir at gera deildinar til góðar og hóskandi bústaðir til menningartarnað, at tað snøgt sagt er at tveita peningin út ígjøgnum vindeygað, sigur Bjarni Clementsen.
Hann sigur, at deildirnar eru bygdar soleiðis, sum tað varð bygt í Danmark í seksti og sjeytiárunum.
Hann sigur, at rúmini eru alt ov lítil, baðiverilsini eru heilt út av lagi og felagsrúmini alt ov lítil.
- Skulu íbúgvarirnir hava tað pláss, teimum tørvar hvør sær, meti eg at hægst 24 íbúgvarar kunnu búgva tilsamans á øllum fýra deildunum. Her verður hugsað um at umleið helvtin ella fleiri av íbúgvarunum sita í koyristóli, sigur Bjarni Clementsen.
Hann staðfestur, at eftir 35 ár, at kalla uttan at vera hildin, er Eirargarður slitin og tí er í øllum førum tørvur á ábótum bygningurin.
Les meiri um, hvat fyrrverandi leiðarin heldur um støðuna, vit at trýsta HER
- Men at gera ábøtur, og umbyggja so nógv, sum tørvur er á, til at verða hóskandi bústaður til menningartarnað anno 2015, krevur eftir mínum tykki meira pening enn ein hóskandi nýggjur stovnur kann byggjast fyri, sigur fyrrverandi leiðarin.