Fyrrverandi leiðslan í Eik stevnd eftir 250 milliónum krónur

Danski staturin hevur stevnt fleiri av fyrrverandi ábyrgdarfólkum í gamla Eik bankanum, bæði í Danmark og í Føroyum, eftir endurgjaldi.

Tað skrivar Jyllandsposten.

Endurgjaldskravið er 250 milliónir krónur, skrivar blaðið.

Tað er Fíggjarligt støðufesti, sum stevnir eftir endurgjaldi fyri ta risa upphædd, tað kostaði at bjarga Eik, sum fór út av eggini.

Løgfrøðingurin, Carsten Fode, sum umboðar Fíggjarligt støðufesti, vil ikki siga fyri Jyllandspostinum akkurát, hvat endurgjaldskravið byggir á.

Men blaðið hevur kortini fingið uppspurt, at málið snýr seg um, at eftir teirra tykki var bygnaðurin í Eik burtur úr vón ov viti og samtundis vóru ongar veruligar metingar gjørdar av lántakarum, sum læntu ovurstóraru upphæddir frá bankanum.

Somuleiðis handfór Eik pantibrøv síni so illa, at tey hava eisini ein stóran leiklut í endurgjaldskravinum.