Fyrrverandi grønlendski landsstýrismaðurin Jens Napattooq varð í dag dømdur at sita í fongsli í fýra mánaðir fyri at hava oyðslað almennar pengar burtur Jens Napattooq skal sita fýra mánaðir í fongsli fyri at hava oyðslað almennar pengar burtur, tá hann var landsstýrismaður.
Málið byrjaði í 2005, tá grønlendskir fjølmiðlar almannakunngjørdu nakrar kvittanir, sum landsstýrismaðurin hevði latið grannskoðanini.
Har kom millum annað fram, at Jens Napattooq hevði brúkt 130.000 krónur av skattaborgaranna pengum til fínar døgurðar og til eina vitjan á stripp-staðnum Wonderbar í Keypmannahavn.
Hetta seinasta hefti dómarin seg við, tá hann feldi dómin.
-Rætturin heldur ikki, at hetta seinasta staðið er egnað sum samráðingarstað, segði dómarin Søren Søndergaard Hansen.
Jens Napattooq hevur skotið dómin inn fyri landsrættin.