B36 hevur í kvøld gjørt sáttmála við Magnus Egilsson, sum seinasta árið hevur spælt við Vali í Íslandi. Hann kemur upprunaliga frá HB, men fór til Íslands eftir 2019 kappingarárið, tá Heimir Guðjónsson fór sama veg.
Magnus Egilsson hevur kunngjørt, at hann kemur aftur til føroyskan fótbólt, men tað hevur verið ivasamt hvar hann fer at spæla. HB er eitt boð, tí hann er uppvaksin í felagnum, men har situr Daniel Johansen tungt á vinstra bakkinum.
Við sigrinum í kappingini um Løgmanssteypið, hevur B36 tryggjað sær pláss í Evropa til komandi kappingarár. Tað verða nakrar broytingar í hópinum og tí passar Magnus Egilsson væl til í árstalsfelagnum.