Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, hevur seinastu dagarnar gjørt vart við seg á Facebook um órudd í náttúruni.
Hann var úti og gekk ein túr, tá hann kom fram á eina tunnu, sum lá rustað í bønum.
Kaj Leo gjørdist so argur inn á tunnuna, sum lá og skemmaði og óruddaði so illa, at hann gjørdi okkurt við tað.
Hann tømdi tunnuna fyri vætu og rullaði hana oman í bilin hjá sær.
"Soleiðis! umhvørvispolitikkur er ikki bert føgur orð" sigur Kaj Leo Holm Johannesen á sínum Facebook vanga.