Fyrrverandi konan: Hótti meg við knívi og øks

– Tað er eitt Guds undur, at eg slapp livandi frá tí, sigur fyrrverandi konan hjá manninum, sum doyði í drápsmálinum, sum er í Føroyar Rætti í dag

– Tað er eitt Guds undur, at eg slapp livandi frá tí.

 

Tað segði fyrrverandi konan hjá manninum, sum er deyður, í sambandi við drápsmálið, sum í dag er í Føroya Rætti. Hon málaði ein rættiliga ódámliga mynd av manninum.

 

Tey høvdu verið par í fleiri ár, áðrenn tey giftust. Men tá gekk heilt galið, tí hann var farin at drekka og tók heilivág og broytti púrasta persónsmensku. Hann var blivin ógvuliga harðligur, og tá ið hann hevði hesi herðindini av harðskapi, plagdi hon at fara niður í bilin. Men har hevði hann hótt hana bæði við øks og við knívi. Og hann hevði eisini slept luftini úr øllum fýra hjólunum á bilinum, so hon ikki slapp nakran veg.

 

Tað eina kvøldið var han blivin prúrasta frá sær sjálvum og var farin so illa við henni, at hon segði beinleiðis í rættinum, at tað var eitt Guds undur, at hon slapp livandi frá honum. tá hevði hon gjørt av at fara frá honum.