Fyrrverandi KÍ formaðurin Árni Joensen farin

Dáttliga bórust boðini sunnumorgunin um Árna Joensen, sum andaðist bert 58 ára gamal.

Árni Joensen var formaður Klaksvíkar Ítróttarfelags frá 1994 til 1998, og hetta tíðarskeiðið var merkt av stórum avbjóðingum og vøkstri.

Árni Joensen tók við formannsessinum longu á heysti 1993, tá Karl Heri Joensen fór í løgtingið fyri Asbjørn Joensen, sála. Á aðalfundinum í februar 1994 var Árni valdur til formann og stjórnaði felagnum við hepnari hond. Undir slagorðunum - KÍ er fyri øll - legði hann dent á, at øll skuldu kenna seg væl og skipaði viðurskifti kring fótbóltin og hondbóltin - ítróttarungdómi okkara at frama.

 

Tá KÍ í 1992 fekk í boði sum fyrsta føroyska felagið at luttaka í Evropa Cup sum meistarar, varð kjallarin í heiminum hjá Rannvá og Árna umgjørdur til KÍ-skrivstovu. Alt samskiftið við lettiska høvuðsstaðarfelagið - Skonto Riga - gekk umvegis heimið á Heygavegi og ofta var trupult á at skyna, nær Árni var til arbeiðis og nær hann arbeiddi fyri KÍ.

Árni var formaður, tá KÍ vann kappingina um løgmannsteypið í 1994, og árið eftir stóð hann á odda fyri felagnum í samband við søguliga sigurin á Svangaskarði móti Ísraelsku steypavinnarunum - Maccabi Haifa. Hetta var fyrsta ferðin, at føroysk felag hevði vunnið dyst í evropa cup.

Árni var ein djúphugsandi maður sum eisini kundi verða tvørur, tá á stóð. Hesir eginleikar komu felagnum til góðar, og tað var við Árna Joensen sum formanni, at ognarviðurskiftini kring KÍ-høllina vóru fingin í rættlag, og hevur hetta havt stóran týdning fyri felagið fram til dagin í dag.

Árni hevði hjarta við øllum pørtum av Klaksvíkar Ítróttarfelag, og tí verður hann eisini stórliga saknaður.

Vit drýpa høvur og minnast vin okkara Árna Joensen við takksemi.

Klaksvíkar Ítróttarfelag vil sýna tykkum Ránnvá og børnunum; Ragnar, Súsannu og Janu okkara djúpastu samkenslu.

Ein serlig heilsan til systkini hjá Árna: Jónu Tórfríð, Ásu og Jógvan Andreas.

Sorgin og saknurin er størstur hjá tykkum, men má Harrin signa og styrkja tykkum øll.

Friður verður við minninum um Árna Joensen.

-------

Klaksvíkar Ítróttarfelag