Fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, varð í dag valdur til formann í franska flokkinum UMP, l'Union pour un mouvement populaire, sum er konservativi flokkurin í Fraklandi.
Hóast hann fekk 64,5 prosent av atkvøðunum, so var sigurin ikki so sannførandi, sum hansara viðhaldsfólk høvdu vónað. Kortini verður hann væntandi forsetavalevni floksins til forsetavalið í 2017.
Sarkozy var forseti Fraklands frá 2007 til 2012, tá hann tapti forsetavalið móti Francois Hollande. Nógvar gølur hava hava fylgt honum alt hansara politiska skeið, men fyrr í ár valdi ein franskur rættur at lata falla allar ákærur móti honum um mutur.
Leiðin letur tí til at liggja opin fram móti forsetavalinum í 2017.