Í Turkalandi hava myndugleikarnir ákært fyrrverandi forsetan Kenan Evren fyri at hava staðið á odda fyri einum kvetti ímóti stjórnini í 1980. Kvettið fekk ógvusligar avleiðingar. Umleið 50 fólk vórðu tikin av døgum, fleiri hundrað doyðu í fongsli, og nógv hvurvu undir hernaðarstýrinum, sum tók við eftir kvettið.
Nú skal ein dómstólur í Ankara so taka støðu til ákæturnar ímóti tí nú 94 ára gamla Kenan Evren, sum var generalur, og sum var forseti undir hernaðarstýrinum.
Ein av hjálparmonnum hansara, Tahsin Sahinkaya, er eisini ákærdur í málinum, men hvørgin teirra møtir í rættinum orsakað av heilsutrupulleikum.