Í gjár var fyrrverandi forsetin so illa fyri, at myndugleikarnir gjørdu av at flyta hann á sjúkrahús. Tá hevði hann ikki etið bitan í 108 tímar.
-Hann mótmælir tí órættvísi, sum rættarskipanin hevur framt ímóti sær, sigur sakførari hansara við tíðindastovurnar.
Chen bleiv tikin seinasta týsdag og skuldsettur fyri at hava svikað fyri 15 milliónir taiwanskar dollarar ella umleið tríggjar milliónir krónur. Hann er eisini skuldsettur fyri at hava tikið ímóti muturi og fyri at hava falsað skjøl. Sjálvur heldur hann uppá, at hann er ósekur, og hann leggur ákæruvaldið undir at vera í lummanum hjá tí Kina-vinarliga stýrinum, sum nú ræður í Taiwan.
-Hetta málið er politiskt forfylging og einki annað, segði Chen herfyri.