Tað er greitt, at semja er ikki í ÍSF um tulkingina hjá formanninum í sambandi við øllýsingina hjá Okkara á HB- og Neistaleikbúnunum. Tað hevur formaðurin í Svimjisambandinum greitt boðað frá.
Hinvegin vilja undanfarnu ÍSF-forsetarnir ikki gera viðmerkingar til málið.
Sølvi Reinert Hansen, ið sat undan Petur Elias Petersen, sigur, at málið ongan tíð var uppi at venda í hansara forsetatíð, og tí veit hann ikki, hvørja støðu hann hevði tikið.
Hann heldur tað ikki geva nakra meining, at hann nú boðar frá, hvørja støðu hann í givnum føri hevði havt til eitt slíkt mál.
Heldur ikki Heðin Mortensen, ið sat sum ÍSF-forseti í út við 30 ár – og eisini var forseti, tá umrødda stevnumið varð orðað og samtykt – vil blanda seg í aktuella málið.
Tað met áhugaverda er kortini, hvat restin av stjórnini í ÍSF heldur um tulkingina hjá forsetanum, og tað fæst greiði á tá næsti stjórnarfundur verður einaferð í komandi mánað.