Tað er nú greitt, at Dennis Holm býráðslimur, og fyrrverandi borgarstjóri, í Vági, stillar upp til løgtingsvalið 8. desembur. Suðuroyar Tjóðveldisfelag hevur havt uppstillingarfund og har varð gjørt av at Dennis Holm og Sirið Stenberg, bæði úr Vági, skulu stilla upp.
Sirið Stenberg er longu vælkend í landspolitikki har hon hevur sitið á Løgtingi síðani 2011 og hon var eisini landsstýriskvinna í heilsumálum frá 2016 til 2019. Hon sat eisini í Vágs Býráði frá 2009 til 2015.
Hinvegin er hetta er fyrstu ferð, at Dennis Holm stillar upp. Hann er kortini væl kendur í lokalpolitikki í Vági, tí hann hevur sitið í Vágs Býráði síðani hann varð valdur á fyrsta sinni á býráðsvalinum í 2012. Og á hesum báðum seinastu valinunum, hevur hann verið toppskorðari burtur av.
Hann er eisini virkin í lokalsamfelagnum í Vági upp á aðrar mátar og hevur verið ein av stigtakarunum til Pálshøll, Marghøllina, lundina á Sandinum, lutaíbúðir, og annað.