Nýggja prinsessan í Belgia, sum er úrslit av einum kongaligum síðuspringi, hevur hitt pápa sín, fyrrverandi Alberg Kong, fyri fyrstu ferð, síðani rættarmálið, sum fyri kortum staðfestir faðirskapin.
Tað verður váttað við eini mynd, sum vísir Delphine de Saxw-Coubourg, prinsessu, saman við smílandi pápanum, fyrrverandi Albert kongi, og konu hansara, Paola drotning.
– Eitt nú kapittul er skrivað. Eftir stríð, sár og líðing er tíð til fyrigeving, stendur í eini felags fráboðan frá fyrrverandi konginum og dóttrini.
Delphine varð fødd í 1968, tá Albert hevði eitt forhold uttan fyri hjúnarbandið við mammu hennara, baronessu Sybille de Seylys Longchamps.
Albert noktaði tó leingi at vera pápi dóttrina. Men tað staðfesti ein dómstólur við vissu, eftir at dna-royndir vórðu tiknar – eisini frá fyrrverandi konginum.
Dómstólurin staðfesti eisini, at tann nú 52 ára gamla dóttirini skulu hava heiti prinsessa.
/ritzau/AFP