Mikudagin fór fótbóltslandsliðið hjá Gambia á flog úr heimlandinum við kós ímóti Fílabeinsstrondini, har spælast skal um afrikanska meistaraheitið í fótbólti. Men bert fáar minuttir eftir fráferðina vendi flogfarið við aftur og lendi aftur í Banjul, høvuðsstaðnum í Gambia.
Tá var støðan vorðin kritisk umborð. Nógvir spælarar og leiðarar vóru eftir lítlari løtu sovnaðir, og onkrir teirra kundu ikki vekjast aftur. Flogskipararnir varnaðust, at okkurt var galið, og teir vendu tí flogfarinum aftur til gambiska høvuðsstaðin. Illgruni var um súrevnistrot í kabinuni.
– Eg takki flogskiparunum fyri skjóta og rætta avgerð, tí høvdu vit flogið víðari, kundi alt liðið latið lív, sigur Tom Saintfiet, sum er venjari hjá Gambia.
##med2##
50 ára gamli Tom Saintfiet er væl kendur í Føroyum. Árini 2002 og 2003 var hann venjari í B71, og eitt stutt skifti í 1990'unum royndi hann seg sum spælari í KÍ. Hann hevur síðani varðveitt gott samband við Føroyar og føroyingar.
Tom hevur verið venjari hjá fleiri afrikanskum landsliðum, og sum venjari hjá Gambia hevur hann fingið óvanliga góð úrslit. Fyri tveimum árum síðani var liðið tað lægst styrkismetta liðið, sum nakrantíð hevur vunnið seg í afrikanska endaspælið, og haraftrat tók liðið øll á bóli og spældi seg víðari úr bólkaspælinum og kom í fjórðingsfinaluna. Nú hevur Gambia, sum er minsta landið á afrikanska meginlandinum, enn eina ferð tryggjað sær pláss í African Cup of Nations, sum byrjar í dag.
– Áðrenn vit fóru avstað, fingu vit at vita, at tað vóru trupulleikar við luftingini umborð á flogfarinum, men at tað fór at laga seg, tá ið vit fóru á flog. Eftir fáar minuttir var tað sera heitt í kabinuni, og mest sum allur hópurin sovnaði. Summir spælarar kundu ikki vekjast aftur, og summir fingu høvuðpínu. Høvdu vit hildu fram at flúgva, hevði allur hópurin doyð av kolsúrniseitran, heldur Tom Saintfiet.
Gambiska liðið royndi at venja í Banjul mikukvøldið, men tað gekk ikki eftir vild.
– Summir spælarar kundu ikki venja. Onkrir vóru framvegis í ørviti, og nakrir høvdu høvuðpínu. Men vit valdu at venja fyri at lætta um strongdina og skelkin, sigur Tom Saintfiet.
##med3##
Hósdagin fleyg gambiska ferðalagið til Fílabeinsstrondina í einum øðrum flogfari og kom trygt fram. Nú fyrireikar hópurin seg til fyrsta dystin, sum verður ímóti Senegal í Yamoussoukro mánadagin klokkan 14.
– Vit yvirraskaðu øll í seinasta endaspælinum, og tí vænta fólk meira av okkum hesa ferð. Vit eru komnir í sterkasta bólkin í endaspælinum, so tað verður sera trupult hjá okkum, men lat okkum nú síggja, hvat vit megna, sigur Tom Saintfiet úr Fílabeinsstrondini.
Gambia er í bólki saman við afrikonsku meistarunum Senegal, Kamerun og Guinea. Tvey tey bestu liðini í bólkinum koma víðari, og haraftrat koma fýra teir bestu av seks 3'arum eisini víðari.