Fyrrverandi B36?ari fingið sáttmála í Onglandi

Hereford United er professionelt fótbóltsfelag, sum komandi kappingarár skal spæla í League Two.

 

Nú hava teir gjørt sáttmálar við tveir nýggjar spælarar, og annar teirra er 22 ára gamli bretin Sam Malsom, sum áður hevur spælt fyri B36.

 

Malson byrjaði sína yrkisleið sum fótbóltsspælari í Torquay United, og í 2008 og 2009 umboðaði hann B36. Sambært Faroe Soccer spældi Sam Malsom 25 dystir fyri B36 og skoraði 7 mál.