Á Argjum spæla AB og EB/Streymur, og byrjar tann dysturin klokkan 18.
Í Fuglafirði verða tað so ÍF og Víkingur, sum fyri aðru ferð í ár hittast til grannauppgerð. Fyrr í ár vann Víkingur 2-0 á ÍF í Sarpugerði í landskappingardysti.
Dysturin í Fuglafirði byrjar klokkan 18.30.