Fyrru hálvfinalurnar spældar í dag

Í dag verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar.

 

Í Fuglafirði spæla oddaliðið og botnliðið í Effo-deildini – Víkingur og FC Suðuroy. Nýggi vøllurin í Gøtu er framvegis ikki lagdur á, og tí spælir Víkingur sínar heimadystir í Fuglafirði fyribils. Dysturin byrjar kl. 17.00

 

Hin hálvfinalan í kvøld er millum tvey av fremru liðunum á stigatalvuni – EB/Streym og HB. Dysturin verður við Margáir í kvøld kl. 18.30.

 

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar 23. mai, og tá hava útiliðini í kvøld heimavøll. Finalan verður 25. august.