Fyrru ferð í Føroyum í 1986

Vitjanin hjá Jens Stolt­en­berg í Føroyum seinastu dag­ar­nar er onnur vitjan hans­ara í Føroyum, tó at hetta var fysta vitjanin sum for­sæt­is­ráð­harri.

Í 1986 var Jens Stolt­en­berg í Føroyum sum for­mað­ur fyri AUF, sum er ung­mann­a­fel­ag­ið hjá norska Ar­beið­­ar­a­flokk­in­um. Hann vitj­aði tá Sos­i­al­ist­iskt Ung­mann­a­felag í Før­oyum, sum var vertur fyri norð­ur­lendsk­um fundi hjá norð­­ur­­lendska fel­ags­skap­i­num fyri javnað­ar­ung­mann­a­feløg, FNSU.

Við á ferðini tá vóru eis­ini um­boð úr hinum norð­ur­londunum. For­kvinn­an í svenska ung­manna­fel­ag­num var Anna Lindh, sum varð myrd í 2003 og for­maðurin í danska ung­mann­a­fel­ag­num, Henrik Sør­ensen, sum doyði fyri nøkr­um árum síðani. For­mað­ur í Sosialistiskum Ung­mann­afelag í Føroyum tá var Eyðólv Dimon, sum man vera tann føroyingurin, ið Jens Stoltenberg kennir best.