Mjølnir endaði aftast í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti, og tí var greitt, at tær skuldu út í ein upp- og niåurflytingardyst fyri at varðveita lívið í bestu deildini. Hesin dysturin skuldi vera ímóti ovasta liðnum í 1. deild hjá kvinnum.
KÍF vann 1. deild hjá kvinnum, men av tí at tær hava lið í meistaradeildini, so skal Mjølnir spæla ímóti Fleyr, sum endaði á øðrum plássi í 1. deild.
Liðini skulu fyrst spæla tveir innanhýsis dystir, og tann fyrri av teimum verður í Gundadalshøllini í kvøld kl. 20.00. Hin dysturin verður hóskvøldið í KÍ-høllini.










