Fyri aðru ferð í tvey ár stóðu B36arnir ólavsøkudag sum steypavinnarar. Tað verður ynskt teimum hjartaliga tillukku við. Harvið hevur B36 tryggjað sær altjóða luttøku næsta ár, og harvið hava teir rokkið fyrra partinum av málinum, sum er at endurtaka bragdið fyri tveimum árum síðani, tá ið teir bæði vunnu steypafinalu og meistaraskap.
B36 var stórfavorittur, men tað gekk rúm tíð, áðrenn tað kom til sjóndar, hvat var oddaliðið í landskappingini, og GÍ var ongantíð niðurspælt, soleiðis sum tað kundi roknast við, tá ið nummar sjey skuldi stríðast ímóti oddaliðnum.
Finalan fer ikki í søguna sum ein av teimum. Ferðin var einki serlig, neyvleikin í avspælinum kundi havt verið nógv betri, temjingarnar vóru ikki á tí støðinum, sum tað kann roknast við av spælarum, ið hava sent allar hinir úr steypakappingini, og timingin í verjuspælinum var ikki nóg góð. Tað sást stutt sagt heilt væl, at luttakararnir í tí, sum átti at havt verið ein av aldukambunum í føroyska fótbóltsárinum, ikki vóru í nóg góðari dystarvenjing.
Gøtumenn, sum vóru nógv skerdir at, at Popczynski ikki var førur fyri at vera ímillum teir fyrstu ellivu, løgdu bragdligari fyri, og teir hava alla orsøk at iðra seg um, at teir ikki í fyrra umfarinum av vanligu leiktíðini skoraðu tvey ella trý mál, áðrenn B36 hevði havt nakað at bjóða uppá.
Tað er ikki víst, at GÍ hevði havt vunnið, um teir høvdu havt skorað fleiri enn eina málið, sum Súni Olsen tíggju minuttir undan hvíldini við rimmar langskoti úr 25 metrum og eitt sindur til vinstru sendi flatt og dygst inn við handaru stólparót. Men tað hevði í hvussu so er havt við sær, at tað hevði verið nógv torførari hjá B36 at gingið niðan á steypahæddina, enn tað nú gjørdist. Og tað var ivaleysa torført
Hesa ferð hevði GÍ spildurnýtt álop. Símun Samuelsen hevur fyrr í summar verið undir liðini á Popczynski, men heldur ikki hann var nóg væl fyri at vera við frá fyrsta bríksli. Poul Andrias Jacobsen og Bárður á Lakjuni vóru fremstir, og í 1. hálvleiki megnaðu teir og GÍ at seta B36 undir so mikið at trýsti, at tað væl sást, at B36 verjan var at tosa við. GÍ hevði fýra møguleikar at fáa mál. Sera væl upplagdi Bárður á Lakjuni hevði tvær góðar royndir, Poul Andrias Jacobsen eina, og Henning Jarnskor fekk besta møguleikan, tá ið hann eftir langt innkast úr høgru var púra leysur mitt fyri, men royndin úr fýra metum fór omanfyri málið.
At GÍ legði seg á odda kom als ikki óvæntað. Teir vóru í 1. hálvleiki betri skipaðir, teir høvdu fleiri royndir ímóti mótstøðumálinum, og B36 avrikið líktist hesa løtuna avgjørt ikki tí, sum undan summarsteðginum bar oddasessin við sær.
Snaraði nógv
Ofta er tað merkisvert, hvussu tað vendir upp og niður upp á spælið, tá ið eitt lið fær mál. Beinanvegin eftir at GÍ hevði lagt seg framum, broyttist leikgongdin. Gøtumenn tóktust hava hug at vera meiri varnir, og B36 liðið fekk longu undan steðginum meiri futt í galosjurnar.
Í 2. hálvleiki øktist trýstið beinanvegin á GÍ. Poul Ennigarð og Bartal Eliasen høvdu í 1. hálvleiki verið og hildu á at vera brandar í miðverjuni, men tað hevði hug at slitna millum keturnar, og B36 málið lá í luftini.
B36 umskipaði eftir steðgin. Jens Kristian Hansen, sum hevði verið ytstur í vinstru á miðvøllinum, fekk meiri sentralan leiklut, og tað var týdningarmikið. Men tað var verjumistak av teimum stóru, sum bar útjavnandi málið við sær. Jákup á Borg legði aftarlaga úr høgru frísparksinnlegg í brotsteigin, har Jens Kristian ikki var ansaður, tá ið hann rann í bóltin og hegnisliga við høvdinum stýrdi honum í handara síðunetið.
Eftir málið trýsti B36 eina løtu, men gassið var farið av ballónini, tá ið teir fingu hjálpandi hond frá mótstøðumonnunum. Royndi Bartal Eliasen leyp framav, tá ið hann og John Petersen smáskumpaðust í sambandi við frísparksstøðu. Linjuverjin sá, at GÍ verjumaðurin trýsti mótstøðumannin niður, reyða kortið var á lofti, og so átti B36 at havt allar møguleikar at avgera.
Men B36 tók ikki av. Teir hildu framvegis nógv fólk aftanfyri bóltin, teir tóktust stirvnir, tá ið teir royndu at flyta bóltin, og tað gekk alt ov seint. GÍ dúvaði upp á langar sendingar til Bárður á Lakjuni, og tað tóktist ikki minni sannlíkt, at hann skuldi avgera, enn at B36 álopið, har Heðin á Lakjuni eftir steðgin og John Petersen alla tíðina í vanligu leiktíðini ikki stóðu sterkir í myndini.
Lyklaspælararnir avgjørdu
Í longdu leiktíðini avgjørdi John Petersen í síðsta álopinum í fyrra umfarinum. Jákup á Borg sendi horna innfyri úr vinstru, John rann við fremra stólpan í bóltin, snittaði hegnisliga í handara síðunetið, og harvið var avgjørt, at B36 skuldi vinna løgmanssteypið.
GÍ tóktist fáa fatur aftur í endan, tá ið Fróði Clementsen fimm minuttir eftir steðgin sá reytt fyri at toga mótstøðumann niður, men tað var bara í lítla løtu. So var GÍ aftur undirmannað, tí troytti Henning Jarnskor fekk annað gula kortið fyri at toga í mótstøðuspælara, og so setti Jákup á Borg síðsta naglan í. John Petersen fór um koll og rópti hart, eftir at langt fríspark var sent í GÍ brotsteigin, dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og Jákup var sera tryggur.
B36 er fyrsta felagið, sum eigur tveir lutir í hesum løgmanssteypinum. Teir fingu trý mál eftir tríggjar deyðbóltsstøður, og tað vóru royndastu spælararnir, sum áttu avgerandi leiklutirnar. Hjá GÍ sat týdningariklasti lyklaspælarin uttanfyri tað mesta av tíðini. Vøddaskaðin hjá Popczynski var so mikið álvarsligur, at hann var ikki førur fyri at spæla. Hvussu tað hevði verið, um hann hevði havt verið við, fæst ongantíð at vita.