Fyrri hálvleikur verður í kvøld

Í góðveðrinum í dag eru fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið á skránni. KÍ og EB/Streymur hittast í Klaksvík klokkan 18, og oyggjauppgerð millum Víking og NSÍ verður í Sarpugerði klokkan 19.

 

Ofta hevur tað víst seg, at avrikið í fyrru hálvfinalunum hevur borið brá av, at talan so at siga er um fyrra hálvleik í telvingini at kvalifisera seg til finalurnar. Hesa ferð er tað merkisvert, at seinnu hálvfinalurnar ikki verða spældar fyrrenn í augst.

 

Meðan tað síðstu ferðirnar hevur gingið sum eftir ánni hjá EB/Streymi, so hevur KÍ verið í úrslitaligum aldudali, og avrikið á heimavølli ímóti NSÍ var einki at reypa av.

 

Atli Danielsen fór skaddur av vøllinum sunnudagin, men hann verður á KÍ liðnum í kvøld. Allir klaksvíkingarnir eru tøkir. Hjá EB/Streymi eru allir teir, sum hava spælt seinastu vikurnar í ferðalagnum, sum klokkan 15.30 fer frá felagshúsinum við Margáir og norðureftir.

 

Hjá steypavinnarunum í í Víkingini hevur tað seinastu vikurnar úrslitaliga gingið soleiðis, sum tað hevur gjørt hjá KÍ. Í kvøld kemur NSÍ til Gøtu. Gongdin hjá Abrahami Løkin og hansara monnum hevur verið góð, skilt á tann hátt, at talan hevur verið um góða menning í leikligu avrikunum. Í Klaksvík síðsta sunnudag var miðverjin Jens Joensen ikki við orsaka av skaða. Tað verður vónað, at hann verður førur fyri at spæla í kvøld.

 

Fyrru hálvfinalurnar í kvøld:

KÍ-EB/Streymur: Petur Reinert kl. 18.00

Víkingur-NSÍ: Lars Múller kl. 19.00

 

Seinnu hálvfinalurnar:

7. august

NSÍ-Víkingur

EB/Streymur-KÍ