Fyrri hálvleikur var ræðuligur - seinni var góðkendur

(FM1) Hoyr ein vónbrotnan landsliðsvenjara, Lars Olsen seta orð á 0-2 tapið ímóti Aserbadjan í Baku

Fyrri hálvleikur var ræðuligur - seinni hálvleikur var góðkendur. Orðini eigur føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen aftaná 0-2 tapið ímóti Aserbadjan á olympiska leikvøllinum í Baku í Nations League kappingini.

 

-Fyrri hálvleikur var ógvuliga lakur, og tað var neyðugt at tosa við stórum bókstavum í steðginum. Tað bar ikki til, at avrikið skuldi vera so vánaligt. Ikki yvirfyri teimum, sum ferðast saman við okkum, teimum sum fylgja við okkum heima í Føroyum og yvirfyri okkum sjálvum, segði Lars Olsen, og hann helt fram:

-Tað var væl betri í seinna hálvleiki. Tá vístu vit væl betri hugburð, og vit tordu betri at samanspæla og raka hvønn annan. Vit broyttu spælskipan. Eg kundi havt skift nógvar spælarar út, men broytta spælskipanin – frá 3-5-2 ella 5-3-2 og til 4-2-3-1 – gjørdi, at Rógvi Baldvinsson varð fluttur á vongverjan í vinstru, at Odmar Færø varð fluttur fram á verjukent miðvallarpláss, og at Brandur Hendriksson Olsen varð fluttur úr vinstru og inn á framrættað sentralt miðvallarpláss. Hetta riggaði betur, og tað hava vit í huga, nú vit fara at eftirmeta og fyrireika okkum til avbjóðingina á Malta týskvøldið, segði Lars Olsen m.a. í samrøðuni.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Lars Olsen í Mixed Zone økinum á olympiska vøllinum í Baku.