Fyrri hálvleikur var góður – men seinni hálvleikur var vánaligur

Vit høvdu væntað eina afturgongd, men afturgongdin var størri enn vit høvdu ætlað. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost. Tað gongur framvegis væl hjá bakkafrost, hóast avlopið í fjør var yvir 300 milliónir minni enn tað var í 2017.

 

 

Les eisini: Góð milliard leyp av í fjør

 

 

Regin á Bakka sigur, at tey høvdu væntað eitt verri úrslit í fjør, men at tað kortini varð nakað verri enn tey høvdu ætlað. Ein orsøk til tað er, at tey fingu væl minni laks í fjør, enn ætlanin var. Hann sigur, at skal árið í fjør samanberast við ein fótbóltsdyst, hevði Bakkafrost ein góðan fyrra hálvleik, men ein vánaligan seinna hálvleik

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá á FM1, hví tað gekst, sum tað gekk, og hvørjar avbjóðingarnar verða í ár.