VÍF-kvinnurnar liggja væl fyri at vinna innleiðandi bólk 1 í Faxe Kondi kappingini aftaná 28-22 (14-9) heimasigurin á Neistanum í dag. Vestmannakvinnur hava fult stigatal, fýra stig og hava bert dyst eftir ímóti Stjørnuni 2 á útivølli.
Neistin var væl við fyrsta korterið í dystinum ímóti VÍF í dag, men seinna korterið í fyrra hálvleiki dróg VÍF frá Neistanum. Tá farið var til hálvleiks var VÍF á odda 14-9, og megnaði VÍF at halda frástøðuna til Neistan tað sum eftir var av dystinum.
Durita C. Jojic var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Liljan Djurhuus skoraði sjey mál. Toppskjúttar hjá Neistanum vóru Ingun Kristina Persson og Drós Ragnarsdóttir við fýra málum hvør.
Í Klaksvík vann Stjørnan 36-5 á Stjørnuni 2. VÍF hevur fýra stig, Neistin og Stjørnan hava tvey stig, og Stjørnan 2 hevur einki stig.
Venjarin hjá neistakvinnum, Kári Horn ásannar, at avrikið hjá neistakvinnum í fyrra hálvleiki var út av lagi vánaligt, og tað harmar hann. Á plusssíðuni heldur Kári Horn, at avrikið í seinna hálvleiki var góðkent hjá neistakvinnum.
Kári Horn hevði ein orðadrátt við dómararnar, men aftaná dystin staðfesti hann, at tað var eitt manglandi avrik hjá Neistanum, og ikki dómararnir sum vóru orsøkin til tapið hjá Neistanum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Kára Horn aftaná dystin í Vestmanna.
HERber til at hoyra Trónd Arge siga frá seinasta minuttinum av dystinum, og at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Kathe Frederiksen hjá VÍF.