Fyrreikingarnar eru væl ávegis

Í vikuskiftinum 13.-15. februar 2004 skipar Norðurlandahúsið fyri triðju ferð fyri tiltakinum, Ung í Føroyum. Eivør Pálsdóttir hevur játtað at verða leiðari á tónleikaverksmiðjuni. Tey ungu fáa fyri fyrstu ferð møguleika at velja verksmiðjuna design.

Fyrireikingar til tiltakið Ung í Føroyum 2004 eru komnar væl ávegis. Vælumtókta tiltakið verður í vikuskiftinum 13.-15 februar 2004. Sum undanfarin ár, verður tað Norðurlandahúsið, ið skipar fyri stevnuni. Samskiparar fyri verkætlanini eru Rakel Helmsdal og Hedvig Westerlund-Kapnas.
Á Ung í Føroyum 2004 ber til at luttaka við fotoframsýning, tónleikabólki, sangi, mótasýning, sjónleiki, video, tekningum. málningum, yrkingum, søgum, standmyndum, dansi, ella øðrum, sum eingin hevur umhugsað at sýna fram áður.

Triðju ferð
Hetta triðju ferð at skipa fyri Ung í Føroyum tiltakinum, og stevnan hevur verið væl vælumtókt millum tey ungu. Stevnan er ætlað øllum ungum í Føroyum í aldrinum 13 til 18 ár. Tiltakið er skipað eftir norðurlendskum leisti.
Endamálið við stevnuni er at varpa ljós á listaáhugaðan ungdóm í Føroyum. Á stevnuni fáa tey ungu høvið at sýna fram, hvør dugur er í teimum og hava eisini møguleika at fáa størri kunnleika um sítt listarliga fríðtíðarítriv
Mannagongdin er, at tey ungu velja seg inn á eina verksmiðju, har tey kunnu fáa hjálp frá viðurkendum listafólkum í Føroyum. Millum verksmiðjuleiðarar á Ung í Føroym 2004 kunnu nevnast Eivør Pálsdóttir og Hans Torgarð, sum ávikavíst fara hava leiðsluna á tónleika- og sjónleikarverksmiðjunum.
Uppgávan hja verksmiðjuleiðarunum er fyrst og fremst at vegleiða og eggja teimum ungu. Stevnan er skipað so, at fríggjadagin er ein innanhýsis framsýning hjá luttakarunum. Tey ungu skulu fyrireika eina framførslu, áðrenn tey koma á stevnuna, og hesar framførslur verða sýndar fyri hinum luttakarunum fyrsta kvøldið.
Leygardagurin og sunnudagurin eru tey ungu á teimum ymisku verksmiðjunum, har roynd listafólk leggja teimum lag á. Stevnan endar sunnudagin við einum braki, tá ein stór framsýning verður fyri almenninginum av úrslitunum frá verksmiðjunum.

Til øll
Á Ung í Føroyum 2004 verða í alt sjey verksmiðjur. Møguleiki er fyri at velja tónleik, sjónleik, skriving, design, myndlist á teldu, dans og myndlist fyri ung við serligum tørvi. Fyrireikingarnir hava lagt seg eftir, at somu verksmiðjur ikki ganga aftur ár um ár. Í ár er Nýggja verksmiðjan hesaferð er design, sum Svanhild Strøm, sniðgevi, verður leiðari á. Hetta er fyrstu ferð, at design er við á stevnuni.
Fyrireikararnir leggja stóran dent á, at stevnan er fyri øll ung í Føroyum. Ung við serligum tørvi hava tí eisini fingið innivist á stevnuni.

Frá luttakara til leiðara
Ung í Føroyum verður skipað á øðrum hvørjum ári. Fyrstu ferð var í 2001, og fyrr í vár var seinna stevnan. Tónleikatiltakið, Prix Føroyar, hevur báðar ferðir verið um somu tíð, tá Ung í Føroyum hevur verið fyriskipað. Fyri at sleppa undan, attiltøkini ikki renna saman aftur, hava fyrireikararnir gjørt av, Ung í Føroyum verður tey árini, sum Prix Føroyar ikki er á skránni.
Ein Prix Føroyar vinnari, Eivør Pálsdóttir, hevur eisini luttikið á Ung í Føroyum. Hon var á sjónleikarverksmiðjuni í 2001. Á Ung í Føroyum 2004 verður hennara leiklutur heldur øðrvísi. Eivør hevur játtað at verða leiðari á tónleikaraverksmiðjuni á komandi stevnuni, so tey ungu hava avgjørt nakað at síggja fram á

60 lutakarar
Tað er pláss fyri í alt 60 luttakarum á Ung í Føroyum 2004. Umleið 10 ung verða á hvørjari verksmiðju. Møguleiki er hjá teimum ymisku verksmiðjunum arbeiða hvør sær ella samstarva um eitt felags úrslit.
Fyrireikararnir siga, at freistin til tilmelding er fram til 13.desember, og at tilmeldingarskjøl fáast í Norðurlandahúsinum á tlf. 317900 ella t-post. uif@nlh.fo.

Mynd: Ung
Norðurlandahúsið skipar fyri triðju ferð fyri Ung í Føroyum í februar. Á myndini eru bæði fyrireikarar og fyrrverandi luttakarar. F.v Birita í Dali, Durita Alberg, Theodor Kapnas, Hedvig Westerlund-Kapnas, Rakel Helmsdal og Marjun Jespersen.
Mynd: Jens Kr. Vang