Fyrrapartin leygardagin, klokkan 11. 30, verður konsert í Havnar kirkju, har saxofonleikarin, Hans Petur í Brekkunum, myndin, og klaverleikarin, Kim Hansen, fara at spæla.
Teir báðir hava arbeitt við eini verkætlan nú í eitt ár, har teir báðir í felag, og hvør sær, skapa tónleik, sum tekur støði í sálmaløgum, sum vit vanliga kenna tey í kirkju og samkomum.
Hetta er ikki kend løg til ávísar sálmar, men nýggj løg uttan orð knýtt afturat sær.
Leygardagin verða fleiri av løgunum spæld fyri fyrstu ferð.