Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki verður í dag

Í dag, 30. januar, er fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.

 

Talan er um 13 lið, sum eru meldað til hesa kappingina. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk.

Skráin í dag er hendan:

Klokkan 13.00 byrjar kappingin fyri pinkur og smágentur.

Klokkan 15.00  byrjar kappingin fyri gentur, unglingar og kvinnur.

Vegna koronu verður kappingin uttan áskoðarar.

Kappingin verður stroymd umvegis https://kvf.fo/live/2, sigur Føroya Fimleikasamband.