Fyrra mansfinalan endaði javnt

Neistin og H71 leiktu javnleik, 25-25 í fyrru FM-finaluni

Fyrra finalan millum Neistan og H71 gjørdist eins tøtt og hon var væntað. Tá ið seinasta bríkslið ljóðaði var støðan javnleikur 25-25, eftir at Neistin høvdu javnað við brotskastið frá Høgna Zachariassen tá ið fá sekund restaðu í. Tað eydnaðist H71 at koma til ein seinasta møguleika frá høgra vongi, men hann var ov spískur, og Nicholas Satchwell í Neistamálinum traff bóltin.

 

Yvirhøvur ein dystur, har liðini skiftust um at hava yvirvágna. Mest eyðsýntir vóru stórskjúttarnir Rasmus Søby og Peter Krogh hjá ávíkavist Neistanum og H71.

Teir gingu báðir á odda við at skjóta mál, umframt at teir vóru týðandi partur av hvør sínari sterku verju.

Verjurnar báðar løgdu eisini yvirhøvur sín dám á dystin, ið at enda gjørdist heldur málfátækur.

 

Tá ið einir tíggju minuttir vóru eftir at leika, tóktist Peter at hava fingið skaða, men hann kom aftur á vøllin løtu seinni. Um hetta mundið høvdu hoyvíkingar møguleika at leggja seg á odda við fýra málum, men so fekk Neistaverjan um endan og tað eydnaðist teimum at javnað, og síðani skiftust liðini at skjóta mál. Tá ið samanumkom endaði dysturin helst við rættvísa javnleikinum.

 

Beinleiðis frásøgnin á in.fo kann lesast her niðanfyri:

 

25 - 25 Dysturin er av!

25-25 H71 tekur time-out við 10 sekundum á klokkuni

30 min Brotskast til Neistan! 16 sekund resta í

 59 min 24-25 H71 missur bóltin vegna drál. Neistin tekur time-out. Júst ein minuttur restar í og Neistin hevur bóltin. Tað er fjáltur og spenningur og ein øgiligur gangur millum áskoðararnar

 

 57 min 24-25 Mark fær enn eitt skot fram við Nicholas

56 min 24-24Mark Marcher hepnast við undhondsskotið, Rasmus Søby langar eitt langskot í netið

 

 

55 min 23-23 Høgni Zachariassen javnar við brotskasti

55 min 22-23 H71 fáa útvísing móti sær

 53 min 22-23 Rasmus Søby hepnast við langskoti. Peter er komin inn aftur hjá H71, men hann verður tikin av Nicholas Satchwell

52 min 21-23 Neistin brenna frían møguleika og í verjustøðu fáa teir útvísing móti sær. H71 gagnnýta ikki møguleikan

 50 min 21-23. Peter Krogh er farin út við skaða. H71 tekur time-out. H71-verjan hevur staðið væl, men í álopinum sást alt fyri eitt at Peter ikki var inni, og Neistin fáa minkað um munin við skjótálopið.

49 min  20-23Peter Krogh fær eitt heppið mál.

46 min 20-22 Mark Marcher økir við standandi skotið

 

 

 45 min 20-21 Peter Krogh skjýtur sítt 9. mál - Tróndur Kragesten svarar aftur í mótálopinum

 44 min 19-20 Neistin spælir við 7 monnum í álopið og Rasmus skorar langskot

43 min 18-20 Ári Dam fremur eina flotta bjarging

43 min 18-20 Neistin tekur time-out. H71 verjan hevur staðið væl seinastu løtuna, men Neistaverjan hevur eisini víst seg fram, og Nicholas hevur fingið fatur á nøkrum skotum

40 min 18-20 Peter Krogh avgreiður brotskast

 40 min 18-19 Tróndur Kragesteen skjýtur eitt lúmskt skot í málið

39 min 17-19. Sigmundur Nolsøe sleppur fríur

37 min 17-18. Nicholas far fatur á Peteri, og Rasmus Søby minkar um munin

36 min 16-18 liðini skiftast at brenna nú

 

34 min 16-18. Tað gongur við rúkandi ferð nú. Peter Krogh hevur fingið hol á Mikkjal Hansen, og Nicholas Satchwell verður skiftur inn

31 min 15-15. Andor Sivertsen og Torkil Hentze hava skotið hálvleikin í gongd

 

 

Hálvleikur: 14-14

Dysturin hevur flutt seg aftur og fram. Tað vóru hoyvíkingar, ið komu betri frá byrjan, men Neistin reisti seg, og kundi við eitt sindur meira hepni lagt seg longur á odda.

Væntað var, at Nicholas Satchwell fór at vera avgerandi í Neistamálinum, men í staðin er tað Mikkjal Hansen, ið er komin inn og hevur havt fleiri góðar bjargingar.

Hoyvíkingar hava hepnast við nøkrum skjótálopum, men skipaða álopsspælið hevur ikki eydnast so væl.

Neistin hava havt hepni við at spæla long álop og gera møguleikarnar størri. Tað hevur eydnast teimum ofta at koma til skot frá vongunum.

 

30 min Andor Sivertsen javnar til 14-14, Rasmus Søby rakar stongina í seinasta sekundinum

28 min 14-13 Rúni Vest Højgaard minkar um munin fyri H71

 27 min Pætur Mikkjalson hjá Neistanum verður vístur út í tveir minuttir

27 min 12-14 Høgni Zachariassen skorar eftir brotskast og útvísing til H71

25 min 12-13 Høgni Zachariassen ger eitt gott álop liðugt. Mikkjal bjargar í hinum endanum

 

24 min 12-12 Sigmundur Nolsøe skorar og Mark gagnnýtir eitt skjótálop beint eftir

 22 min 12-10 eftir at Jónsvein Dulavík brýtur ígjøgnum. Neistamenn tykjast omaná

21 min 11-10. Rasmus leggur Neistan á odda. Teir hava fingið gott skil á verjuna saman við Mikkjali í málinum

19 min 10-10. Tað gongur skjótt báðar vegir nú. Mark hjá H71 og Rune Olsen hjá Neistanum skiftast at skora, áðrenn Carl Herup Olsen javnar við flottum vongmáli

 17 min  8-9 - bæði liðini hava skift málverja, og bæði Mikkjal Hansen hjá Neistanum og Jens á SKipagøtu hjá H71 hava havt góðar bjargingar-

15 min 8-8 H71 tekur time-out eftir at Neistin hevur funnið loysnir í álopinum.

15 min 8-8 Neistin gagnnýtir yvirtali og javnar við máli frá Torkili Hentze. Tað hevur eydnast væl hjá Neistanum eftir time-outið.

14 min 7-8. og Andor Sivertsen hjá H71 fær útvísing

13 min Mikkjal Hansen er komin í Neistamálið og ger eina framúr dupultbjarging, og skjótálopið eydnast til 6-7.

12 min Tróndur Kragesten minkar um munin til 5-7 við langskoti

10 min 4-7 til H71. Neistin tekur time-out, eftir at hoyvíkingar eru byrjaðir væl í verjuni. Leikferðin er sera høg. Bæði liðini leggja stórt trýst so skjótt tey vinna bóltin.

9 min 4-6 - Peter Krogh og Rasmus Søby melda seg inn í dystin.

8 min Nicholas Satchwell bjargar langskotið, men Tróndur Kragesteen rakar framvið tóma málinum

7 min Sigmundur Dahl hjá H71 fær dagsins fyrstu útvísing. Neistin tekur ikki av møguleikanum í fyrstu atløgu og brenna móti Ára Dam av vonginum

5 min 3-5 Peter Krogh hepnast við langskotið, og stutt eftir eydnast eisini eitt skjótálop hjá H71

3 min  3-3 Liðini skora eitt í part, og byrjanin hevur verið eins javn og væntað

2 min: 2-2 Høgni  Zachariassen javnar til 2-2 við brotskasti

 1 min:  1-2  til H71  Rasmus Søby javnar, men Rúni skorar aftur stutt eftir

1 min: Rúni Højgaard leggur H71 á odda

 

0 min:

Tað er ein øgiligur gangur í høllini, og bæði blá og svørt eru møtt væl upp

 

0 min:

Liðini eru upphitaðið, upprópt og til reiðar at fara undir avgerðina um føroyameistaraheitið 2018

 

Undan dystinum

Liðini eru farin í holt við upphitingina, nú ein hálvur tími restar í at bíða.

Teitur Joensen, viðmerkjari á Rás 2, metir Neistan hava ein sera tepran fyrimun, men ger greitt at dysturin er púra opin.

Pætur Thomsen og Hilmar Leon Jakobsen eru ikki við fyri H71 vegna skaðatrupulleikar, og hetta ger at Teitur sær evarska lítla fyrimunin fyri Neistan.
Teis Horn Rasmussen er á skaðalistanum hjá Neistanum, men annars eru allir til reiðar.

Øll eygu eru á Neistamálverjanum, Nicholas Satchwell, ið Teitur væntar fer at fáa averandi leiklut.

Málverjarnir hjá H71 kunnu eisini gerast avgerandi um teir raka sítt besta støðið, so dysturin millum málverjarnir verður áhugaverdur at fylgja.