Fyrra helvt at Sement av

Um vikuskiftið var fyrra helvt av tónleikakappingini Sement. Sement er ein kapping, har nýggir bólkar og einstaklingar, ofta kalla garagubólkar sleppa at royna seg.

Fyriskipararnir, sum er Margarinfabrikkin í Havn, siga at tey eru væl nøgd við gongdina av tiltakinum higartil. 19 bólkar eru tilmeldaðir og 13 bólkar royndu seg um vikuskiftið.

Fríggjakvøldið spældu seks bólkar og tveir komu bólkar víðari til finaluna og eru teir A Blue Journey og Hvítt uppá Svart.
Leygarkvøldið vóru sjey bólkar á palli, og tá vóru tað Incurse og Júrginn sum vunnu finalupláss og sostatt skulu royna seg saman við seks øðrum bólkum til finaluna komandi leygarkvøld 5. feb.

Sigast kann at tónleikastílirnir eru sera fjølbroyttir og umboðanin er úr øllum landinum. Hetta siga fyriskipararnir seg frøast um, og at júst hetta eisini er eitt av aðalmálunum við kappingini Sement.

Margarinfabrikkin kennir tað sum eina týdningarmikla uppgávu at geva ungum óroyndum bólkum møguleikan at royna seg við at skriva tekstir , gera løg og ikki minni at royna seg á palli, og er júst hetta tiltakið ein gyltur møguleiki til tað, siga tey úr Margarinfabrikkini.

Komandi vikuskiftið verður so endabresturin við seinasta innleiðandi umfarinum fríggjakvøldið og finalan leygarkvøldið. Tiltakið byrjar bæði kvøldini kl. 20.00