- Eg fari ikki longur á ólavsøku. Minnist ringt frá "unge dage" á ólavsøku, full fólk slagsmál og fullir bilførarar. Tíbetur er alt hetta batnað nú.
Tað sigur Jógvan E. Ósá, fyrrverandi løgreglumaður.
Hann vísir á, at tað góða, hann minnist frá ólavsøkuni, er skrúðgongan ólavsøkudag og kórsangurin undir Tinghúsinum.
- Fór eg á ólavsøku, hevði eg farið til kappróðurin, ólavsøkukabarettina og í Listaskálan.
Jógvan heldur, at ólavsøkan er nógv broytt til tað betra.
- Fyrr var hetta ein stór drykkjufest, har næstan eingin hevði skil. Hetta gav okkum nógv arbeiði.
Jógvan E. Ósá heldur, at tey ungu í dag eru sum sunnudagsskúlabørn í mun til ungdómin áður.