Fyrr ella seinni hendir ein vanlukka á Havnarvág

Smábátar, sum sigla á Havnarvág, halda ikki altíð reglurnar, og tað er til stóran vanda

Tað hendir seg meiri enn so, at smábátar, sum sigla á Havnarvág, seta seg sjálvar í vanda fyri at verða ásigldir.

 

Tað sigur James við Brúgv, umsjónarmaður hjá Tórshavnar Havn

 

Hann sigur, at tað er nevniliga ikki altíð, at teir halda reglurnar. Og tað hendir seg eisini meiri enn so, at teir heldur ikki hava tað kravdu trygdarútgerðina umborð.

 

– Hendir eingin broyting, er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn ein vanlukka hendir, sigur hann.

 

Hann heldur, at serliga nú veturin stundar til, er tað neyðugt at minna tey, sum sigla á Havnarvág við smábátum, um at hava kravdu trygdarútgerðina umborð, og at ansa eftir at tey sigla eftir forskriftunum. Hann sigur, at eisini í seinastuni hava tey havt dømi um, at smábátar hava verið á Havnarvág í myrkri, uttan at hava ljós, og í onkrum førum hevur tað verið um reppið, at ikki størri skip, hava siglt á teir.

 

Hann sigur, at eru bátar á vágni í myrkri, kunnu teir boða Tórshavnar Havn frá, so at tey fáa sagt skipum, sum sigla inn og út, frá

 

Tað eru annars greiðar reglur fyri, hvørja trygdarútgerð, bátar skulu hava, alt eftir, hvussu stórir teir eru. Og tað eru eisini serligar reglur fyri kappróðrarbátar.

 

Áttamannafør og størri

Á opnum bátum frá áttamannafari (24 fót / 7,44 m) og uppeftir, og deksførum undir 20 tons (BT), skal henda útgerð vera um borð:

Kumpass, sum á deksførum skal vera føst uppsett

Floyta, tó soleiðis, at um báturin er styttri enn 12 m, floytu ella blásilúður

Mastur, segl, árar og bátshaki, har tað ber til

Seks kilo pulvurløkkjari at sløkkja eld við

Minst 2 pøsir

Tríggjar neyðrakettir og trý neyðbluss og lummalykt

Varp við ílatogi

Bjargingarbelti, bjargingarvestur ella bjargingarbúni til hvønn persón

Neyðsendari av VHF slagi, ikki berbarur, men fastgjørdur umborð

Siglingarljós

Radarreflektor

Skipsskjøl, vegeiðingar og uppsløg, sum eru kravd. Føroyskur álmanakki og sjókort yvir sigliøki
Bjargingarkransur við línu, sum er 27,5 m

 

 

Minni enn áttamannafør

Bátar minni enn áttamannafør (24 fót / 7,44 m) men størri enn 20 fót / 6,20 m, skulu hava hesa útgerð:

Kumpass

Blásilúður ella floytu

Mastur, segl, árar og bátshaka har hetta er verkliga gjørligt Føroyskan álmanakka

Pøs

Bjargingarbelti ella bjargingarvestur til hvønn persón Neyðrakett ella neyðbluss og lummalykt

Varp við ílatogi Radarreflektor

 

 

Bátar minni enn 20 fót

Bátar minni enn 20 fót (6,20 m) skulu hava hesa útgerð:

Bjargingarbelti ella bjargingarvestur til hvønn persón Árar
Pøs.

 

 

Kappróðrarbátar

Serligar reglur eru galdandi fyri kappróðrarbátar. Henda útgerð skal vera umborð undir venjing:
Øll manningin skal vera í bjargingarvesti, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur góðkent.

 

Tað er ikki kravt undir kappróðri, men tá skulu vestarnir kortini vera í bátinum. Men heldur høvuðsdómarin at tað er neyðugt, kann hann áleggja manningini at vera í vesti ímeðan róð verður.

 

Kappróðrarbátar skulu eisini hava kumpass, pøs, ella eyskar, at oysa við. Somuleiðis skulu teir hava radarreflektor, sum er festur á stong, ið røkkur minst ein m yvir stavnarnar. Teir skulu eisini hava floytu, ella blásilúður, umborð.