Arbeiðsbólkurin, ið hevur gjørt heildarætlanina fyri kynsligan ágang, ið var handað landsstýrinum í farnu viku, metir, at spurningurin um fyrningarfreist í málum um kynsligan ágang, krevur politiska viðgerð, áðrenn nøkur broyting verður framd.
Rættarstøðan í Føroyum í dag er, at fyrningarfreistin fyri mál, sum snúgva seg um samlegu ella annað kynsligt samband við barn undir 15 ár, er 10 ár frá tí degi, at barnið fyllir 18 ár. Um talan er um grovar umstøður, ella um barnið er undir 12 ár, er fyrningarfreistin 15 ár frá tí degi, barnið fyllir 18 ár. Tað vil siga, at fyrningarfreistin í minsta lagi er 10 ár og í mesta lagi 33 ár, alt eftir, nær lógarbrotið er framt.
Í viðmerkingunum til heildarætlanina skrivar arbeiðsbólkurin, at hesar fyrningarfreistirnar eru millum tær longstu í rættarlógini. Arbeiðsbólkurin nevnir fleiri orsøkir til, at ein fyrningarfreist finst fyri øll revsimál. Fyrst verður nevndur rættartrygdin hjá tí ákærda og hansara møguleiki at verja seg. Próvtilfar broytist við tíðini og minni hjá fólki broytist eisini, sum tíðin líður. Hetta kann gera tað trupult hjá tí ákærda at verja seg, skrivar arbeiðsbólkurin.
Harnæst nevnir arbeiðsbólkurin, at fyribyrgjandi endamálið við revsing minkar við tíðini.
Arbeiðsbólkurin vísir eisini á, at tað er torførari at kanna gomul mál enn nýggj mál. Tískil kann hugsast at gomul mál taka orku frá nýggjum málum, har størri møguleiki er at fáa ein dóm. Hesi uppfatan stuðlar fútin eisini í síni viðtalu við arbeiðsbólkin. Fútin metir hetta vera sera óheppið fyri órættaða/u, sum kann fáa kensluna av, at rættarskipanin ikki trýr upp á viðkomandi.
Arbeiðsbólkurin heldur, at tað er politiska skipanin, sum skal taka støðu til, um fyrningarfreistin skal avtakast fyri siðamisbrot.