»Fyrkatspillet« vitjar Havnar Sjónleikarfelag

Hesa vikuna fær Havnar Sjónleikarfelag vitjan av “Fyrkatspillet”.

Hesa vikuna fær Havnar Sjónleikarfelag vitjan av “Fyrkatspillet”.

 

Myndirnar snúgva seg um eina ránsferð sum fer av kós, og skipið kollsiglir við Føroyar.

 

Í 1985 vígdi Margretha Drottning Fyrkathuset, og síðani hevur Fyrkatspillet á hvørjum ári framført víkingaspøll.

 

Fyrkatspillet verður framført inni í víkingahúsi – einasta stað í Danmark, har víkingaspøl verða framførd í einum rekonstueraðum víkingahúsi.

 

Fyrkatspillet framførir í ár fyri 27. ferð.

 

Í ár hevur Jørgen W. Larsen, Aalborg Teater, skrivað og leikstjórnað.

Havnar Sjónleikarfelag er fegið um at Fyrkatspillet vitjar í komandi viku.

 

Framførslurnar vera:

· mikudagin 2. Juli kl. 19.00

· hósdagin 3. Juli kl. 19.00

 

Fyrkatspillet sigur ár undan ári frá góðum søgum, sum eru undirhaldandi og skemtiligar.

 

Íblástur frá víkingatíðini og miðøld – samfelagsliga og mentanarliga, og halda tey seg beinleiðis til tær verunligu hendingarnar, sum vóru tá.

 

Eyðkent fyri søgunar er at nútíðar speisemi er lagt afturat.

 

Sjálvt um søgurnar hava støði í eini farnari tíð, so er tað tað avgerandi samskifti millum fólk sum nomið verður við.

 

Fyrkatspillet er til reiðar at senda okkum víða um. Hesa ferð er tað um ránsferð sum fer av kós, so skipið kollsiglir við Føroyar.

 

Víkingarnir koma til skeivu oyggjarnar.

 

Í Mariager kommunu sigur borgarstjórin, Mogens Jespersen, at tey eru errin av Fyrkatspillet.

 

Tað er frálíkt at uppliva tann eldhuga og tað arbeiðssemi sum sjónleikarar, leikstjóri, pallfólk og onnur leggja í hetta arbeiði ár undan ári.

 

Øll hesi gera Fyrkatspillet til eina succes og ógloymandi uppliving.