Í framløguni, ið Vinnuhúsið hevði í dag, var millum annað víst á, hvat fyritøkur høvdu svarað uppá spurningin, um hvat hevði mest at siga fyri tær í teirra samskifti og arbeiðið við sína lokalu kommunu.
Les eisini: Vinnuhúsið: Fyritøkur ynskja fleiri vinnuøkir
Tað var ógvuliga ymiskt hvussu fyritøkur svaraðu, men samanumtikð vórðu tað kommunalur hugburður mótvegis vinnu, kommunalt útboð av vørum og tænastum og tænastu í kommununi, ið vigaðu tyngst hjá fyritøkunum.
Nógvar fyritøkur ynskja, at kommunur bjóða fleiri uppgávur út til privatar fyritøkur at gera. Eisini ynsktu fleiri, at kommunur hugsa út um kommunalu bøgarðarnar og leggja útboð út alment.
Á tann hátt kundi fleiri fyritøkur spesialisera seg í uppgávum, um fleiri uppgávur vórðu at bjóða uppá.