Fyritøkur sleppa ikki undan at rinda kringvarpsgjald

Tað hevði skert inntøkurnar og sendingarnar hjá Kringvarpinum munandi

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, fær ikki undirtøku fyri uppskotinum, hann hevur lagt fyri Løgtingið um at lata vinnuvirki sleppa undan at rinda kringvarpsgjald.

 

Mentanarnevndin hjá Løgtinginum hevur nú viðgjørt uppskotið har tekur meirilutin ikki undir við tí.

 

Meirilutin, sum er Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, staðfesta, at skulu vinnuvirki sleppa undan gjaldinum til Kringvarpið, høvdu inntøkurnar hjá stovninum minkað munandi og tað hevði eisini fingið avleiðingar fyri sendingarnar.

 

Tey halda at broytingar av hesum slagi eiga at vera partur av eini heildarviðgerð við eini greiðum endamáli um Public Service tænastur, nógvan góðan journalistikk og fjølbroyttar fjølmiðlar. Og tað er ikki bara ein spurningur um gjøld, men um mentan, mál, sakligan journalistikk og um fólkaræðið.

 

Minnilutin í Trivnaðarnevndini, sum er Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, halda, at samgongan átti at gjørt sum í londunum rundan um okkum, har skattur og avgjøld á vinnulívið verða lækkað, ella strikað, fyri at gera umstøðurnar hjá vinnufyritøkum og íverksetarum betri og meira lokkandi.

 

Tí tekur minnilutin undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.