Fyritøkur satsa upp á Facebook

Danskar fyritøkur eru nú eisini byrjaðar at satsa upp á samskiftismiðilin Facebook. Mikudagin boðaði Danske Bank frá, at tey dubba seg á Facebook. Føroyskar fylgja eisini við. Facebook hevur nevniliga víst seg sum ein góður háttur hjá fyritøkum at knýta tættari bond við loyalar kundar. Hetta upp á tann mátan, at vitjandi á Facebook upprætta seg sum fjepparar hjá ymsum fyritøkum, fyri at kunna móttaka dagføringarnar frá teimum.

Harvið knýta tey eitt meira varandi samband millum seg og fyritøkuna, sum tey vitja.

Mikael Lomborg, sum er facebook-konsulentur í fyritøkuni Komfo, sum livir av at ráðgeva fyritøkum um nýtsluna av sosialum miðlum, sigur við Danmarks Radio, at hetta kann brúkast til at kunna kundarnar og at hava eitt konstruktivt samskifti við teir. Tað skapar álit millum kunda og fyritøku, og tá álitið er til staðar, kunnu fyritøkurnar byrja at senda handilslig tilboð út til kundarnar gjøgnum Facebook, sigur Mikael Lomborg.

Eisini føroyskar fyritøkur satsa upp á Facebook. Báðir teir stóru bankarnir, Føroya Banki og Eik Banki, og fyritøkur sum Vodafone Føroyar eru væl etableraðar á Facebook og hava stóran vinar- ella fjepparaskara hvør.