Fyritøkur fegnar at vit eru við

Annað árið á rað er Fiskiveiðieftirlitið við á FaroEXPO. Tað var eitt ynski frá fyrireikarunum, at fáa teir við, og umboðini fyri stovnin halda, at bæði Fiskiveiðieftirlitið og hinar fyritøkurnar fáa nakað burtur úr, at stovnurin er við á ráðstevnuni

Fiskiveiðieftirlitið var við á FaroEXPO á øðrum sinni, men sambært umboðunum var tað ikki teir sjálvir, sum tóku stig til hesa luttøkuna.
- Tað var soleiðis, at fyrireikararnir settu seg í samband við okkum, tí fleiri av hinum luttakarunum fegnir vildu koma í samband við okkum á ráðstevnuni, sigur Jóannes Heimustovu, sum saman við Jens Midjord umboðaði Fiskiveiðieftirlitið á FaroEXPO í ár.
Teir vóru ikki heilt greiðir yvir, hvat ráðstevnan snúði seg um, áðrenn teir komu á hana fyrstu ferð.
- Men vit trívast við henni nú, sigur Jóannes Heimustovu.
- Her fáa vit at vita, hvat rørist á marknaðinum. Her fáa vit kontaktir og samstundis er hetta kundarøkt av teimum, sum vit samskifta við til dagligt, sigur Jens Midjord.
So Fiskiveiðieftirlitið fær nakað burtur úr at verða við, og hinir luttakararnir fáa eisinmi nakað burtur úr, at Fiskiveiðieftirlitið er við.
Tað eru – næstan sjálvandi – fyri tað mesta fyritøkur, sum hava við sjógvin at gera, ið søkja samband við Fiskiveiðieftirlitið á FaroEXPO.
- Tað eru veitarar av ymiskum slag til skip, fyri tað mesta, sigur Jens Midjord.
Eitt nú høvdu teir fundir við tær báðar íslendsku fyritøkurnar, ið veittu olju og annað til skip. Hetta er, sum nevnt fleiri ferðir, fyrstu ferð, at íslendskar fyritøkur eru við á FaroEXPO.
Somuleiðis eru fleiri danskar fyritøkur, ið eru veitarar til skip, og tær hevur Fiskiveiðieftirlitið eisini havt fundir við.

Gamla navnið betri
Men hóast navnið, so er tað ikki bert eftirlit við fiskiskapinum hjá skipum og bátum, ið stovnurin fæst við.
- Nei. Og har er tað gamla navnið nógv betri og meiri dekkandi, nevniliga Vaktar- og Bjargingartænastan, tí tað er eisini ein stórur partur av okkara virksemi, sigur Jens Midjord.
Kortini er virkisøkið hjá Fiskiveiðieftirlitinum økt nakað við navnaskiftinum, og nú umfatar hetta eisini eftirlit á landi í mun til fyrr, tá tað bert var á sjónum.
- Vit hava fýra fólk, sum ferðast kring landið á landingarmiðstøðir og kanna veiði, men eisini pappírir hjá skipum og bátum, sigur Jóannes Heimustovu.
Útgerðin umborð liggur undir Skipaeftirlitinum.
- Hartil hava vit eina eygleiðaraskipan, har vit hava eygleiðarar umborð á rækjubátum á Flemmish Cap og líknandi, og har eru tveir mans tengdir at tí, sigur Jens Midjord.
Tilsamans 63 fólk starvast á Fiskiveiðieftirlitinum. Nógv tann størsti parturin er manningin á teimum báðum skipunum, Brimli og Tjaldrinum. Bæði skipini hava dupulta manning, Brimil tvær ferðir tólv og Tjaldrið tvær ferðir ellivu mans, 15 á skrivstovuni og tveir eygleiðarar.

Nágreinilig hagtøl
Á skrivstovuni fer ein stórur partur av tíðini við at skráseta hagtøl yvir veiði hjá ymisku skipunum og bátunum.
- Allar dagbøkur hjá skipunum verða skrásettar á telduskipanini, og síðani verður alt lagt út á okkara heimasíðu. Har ber til at síggja øll møgulig hagtøl, sum hvussu nógvar iskidagar skip hava brúkt, og hvussu nógvar dagar tey eiga eftir, hvør veiðan hevur verið og so framvegis, sigur Jóannes Heimustovu.
Eitt annað, sum Fiskiveiðieftirlitið eisini umsitur, er keyp og søla av fiskidøgum, og eisini hetta ber til at síggja á heimasíðuni, sum eitur www.fve.fo.
Altjóða fíggjarkreppan ávirkar í stóran mun arbeiðið á Fiskiveiðieftirlitinum.
- Færri skip eru úti, færri dagbøkur verða at skráseta, og harvið minni arbeiði. Eisini merkir tað færri skip hjá Brimli og Tjaldrinum at kanna, men tað ger tað samstundis longri at sigla millum skipini, sigur Jóannes Heimustovu.
Hetta arbeiði er tó vorðið munandi lættari, nú vaktarskipini kunnu síggja á plottaranum, hvar hvørt einstakt skip er statt.
Ein onnur uppgáva hjá Fiskiveiðieftirlitinum er bjarging, men har hevur tíbetur ikki verið nógv at gjørt hjá stovninum í so máta.
- Nei, har hevur tíbetur ikki verið nógv at gjørt. Nú er tað heldur ikki vit, sum stýra hesum, tað liggur undir MRCC-skipanini. Kortini verða vit beinanvegin drignir inn, tá okkurt tílíkt er áfatt, sigur Jens Midjord.

Fáa nakað burturúr
Teir báðir vita ikki at siga, um Fiskiveiðieftirlitið verður við aftur komandi ár, tað veldst um, hvørt fyritøkur eru áhugaðar í at tosa við teir.
- Men vit halda, at vit fáa nógv burtur úr at vera við. Eisini fáa vit sett andlit á fólk, sum vit samskifta við kanska dag og dagliga, men ikki kenna upp á persón, sigur Jens Midjord.
Hann nevnir dømi um, at hann hevur tosað við ein mann á Teymavirkinum í áravís, og so knappliga hittir hann manin andlit til andlits á FaroEXPO.
Teir halda, at samanborið við vørumessur er ein slík ráðstevna ikki bert róligari, men eisini meiri gevandi.
- Eg haldi, at eg fái nógv meiri burtur úr einari slíkari stevnu. Her eru avtalaðir stuttir fundir, har tú tosar beinleiðis partarnar millum, og her fær tú fatur á teimum, sum tú skal hava fatur á, sigur Jóannes Heimustovu.
Fiskiveiðieftirlitið er fyri stuttum flutt í nýggj hølir yviri við Strond 3, har sum Fróði hevði málingahandil. Samstundis hava teir skift postboks til 1238, siga teir báðir Jóannes Heimustovu og Jens Midjord.