Fyritøkan hjá Elmar Zachariassen:

Frá hálvum apríl fer fyritøkan hjá Elmari Zachariassen í Klaksvík at hava alla uttanbýarkoyringina um hendi

Føroya Bjór
Solby A. Eliasen

Klaksvík:
- Vit hava skrivað undir sáttmála við Elmar Zachariassen, sum kemur í gildi fimtanda apríl, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór.
Hesin sáttmálin hevur við sær, at fyritøkan hjá Elmari skal koyra til allar sølur hjá Føroya Bjór í landinum. Teir skulu tó bert koyra til sølurnar og ikki inni í bygdunum ella býunum.
Strandfaraskip Landsins hevur annars tikið sær av tí.
- Vit eru sera væl nøgd við tænastuna hjá Strandferðsluni, men tað er sera dýrt, sigur Einar, sum vónar, at tænastan hjá Elmari ikki fer at standa aftanfyri SL.
- Ongantíð betur um tænastustøðið hækkar, sigur hann.
Tað fara sera nógvir trailarar um vikuna úr Klaksvík og kring alt landið við vøru frá Føroya Bjór, so talan er um eina stóra øking í koyring hjá Elmar Zachariassen.
Einar sigur, at onkrir av bilunum hjá Strandferðsluni hava havt reklamuskelti frá Føroya Bjór á.
- Tað er væl møguligt at skelti verða sett á onkran bil hjá Elmar Zachariassen, men tað er sera kostnaðarmikið at gera, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór.