Fyritíðarpensionistar okkara, sum flestir hava ein rest arbeiðsførleika at nýta, verða av myndugleikum okkara beinleiðis hildnir fyri spott. Tá skattafría markið er náa, so missa teir viðbótina, svarandi til 60 % av hvørjari krónu. T.v.s. at um teir nýta rest arbeiðsførleika sín til arbeiði, so missa teir í fyrsta lagi 600 krónur fyri hvørjar túsund krónur. Síðan verður inntøkan skattað afturat. T.v.s. at hesin lágintøkubólkur, ið vit vita at talan er um, helst kemur at gjalda eini 70-80 % í landskassan av eini sera lágari inntøku - ið harafturat er ein inntøka, ið er sera neyðug hjá mongum, júst í hesum bólki. Ikki kann tað sigast at verða stimbrandi fyri nakran, ið hevur hug at arbeiða. Men allarmest er tað ein skomm fyri okkara land, at hesi fólk verða viðurfarin á slíkan hátt.
Hetta má broytast og gerast meira rættvíst. Tað høvdu allir partar kunna liva væl við.










