Fyritíðarpensjónistar mugu brynja seg við toli

Fyritíðarpensjónistar høvdu fingið lovað, at útgjaldið fyri februar mánað fór at verða túsund krónur hægri enn mánaðin frammanundan. Men útrokningarhátturin í skattaskipanini hjá TAKS hevur við sær, at fyritíðarpensjónistarnir fáa ikki fullan ágóða av skattalættanum fyrr enn í apríl mánaði.

 

Skattaskipanin roknar og ásetur skattin eftir inntøkuni tríggjar teir undanfarnu mánaðirnar. Minkar ella veksur inntøkan, verður skatturin tillagaður gjøgnum árið. Útrokningarhátturin hevur við sær, at borgarar ikki altíð merkja broytingar í inntøkum ella í skatti beinanvegin, og soleiðis er í førinum við fyritíðarpensjónistunum, sigur TAKS í fráboðan í dag.

 

Grundupphæddin til fyritíðarpensjónistar gjørdist skattafrí 1. januar 2018, og nógv fólk vendu sær til TAKS, tí skattalættin sást ikki aftur í seinasta útgjaldinum.

 

Sofus Johannesen á KT-deildini hjá TAKS segði við in.fo í gjár, at tey vóru farin at kanna, um tillagingar skuldu gerast, soleiðis at skattalættin kundi útgjaldast fyritíðarpensjónistunum beinanvegin. Hetta arbeiðið er sera umfatandi, og hevði tikið fleiri vikur, segði Sofus Johannesen í gjár.

 

TAKS boðar í dag frá, at í februar og í mars fer skattaskipanin at geva fyritíðarpensjónistunum størri ágóða av skattalættanum. Frá apríl mánaði fáa fyritíðarpensjónistarnir fullan ágóða av skattalættanum, tí tá hevur skattaskipanin sjálvvirkandi lagað skattin til nýggja inntøkugrundarlagið. Við ársenda hava allir fyritíðarpensjónistar fingið í minsta lagi 12.000 krónur meira útgoldnar, sigur TAKS.

 

Tað eru einir 1.500 - 1.600 fyritíðarpensjónistar í Føroyum. Umleið ein triðingur av teimum hevur onga aðra inntøku.