Fyritíðarpensjónistarnir fáa túsund krónur meiri á nýggjárinum og ikki í tveimum stigum soleiðis, sum tað annars varð lagt upp til í uppskotinum til fíggjarlóg, sum landsstýrið legði fyri tingið tíðliga í heyst.
Hetta er ein av broytingunum, sum meirilutin í fíggjarnevndini hevur í álitinum til fíggjarlóg, sum var lagt fyri tingið seinnapartin ídag.
Í upprunaliga uppskotinum varð skotið upp, at fyritíðarpensjónistarnir skuldu fáa 600 krónur meiri á nýggjárinum og 400 krónur aftrat fyrsta juli.
Kostnaðurin fyri hækkingina var í uppskotinum hjá landsstýrinum roknað at kosta 16,3 milliónir krónur. Eykakostnaðurin fyri broytingaruppskotið hjá meirilutanum í fíggjarnevndini verður mettur at vera fýra milliónir krónur. Harvið verður samlaði kostnaðurin roknaður at vera 20,3 milliónir krónur.
Onnur viðgerð av fíggjarlógini verður á tingfundinum, sum verður mánadagin klokkan tíggju.