Fyrispurningurtil Bjarna Djurholm, landsstýrismann!

Góði Bjarni!

Atli S. Justinussen

Árnafjørður



Hvørjar ætlanir hava tit við tunnlinum báðum, á Borðoynni til Árnafjarðar og bygdirnar norðanfyri.

Tunnlarnir komu ígjøgnum í 1967 og vóru tá tíðarhóskandi. Men sum útviklingurin hevur formað seg, eru hesir tunnlar nú ótíðarhóskandi, við tað at teir einans hava eitt spor, eru sera smalir og myrkir at koyra ígjøgnum.