Tíðindaskriv
Sambandsflokkurin
??????????????????
Hetta var gjørt, tí at landsstýrið metti, at hesi lond seinni fóru at gerast partur av ES, og at tað tí var sera týdningarmikið at gera handilssáttmálar við hesi lond, áðrenn tað hendi. Men síðani núverandi landsstýrið tók við, er einki hent á tí økinum. Ístaðin hevur landsstýrið nýtt alla sína orku til at greiða frá, hvat vit ikki kunnu. Tí hevur Edmund Joensen, løgtingsmaður sett Anfinni Kallsberg, løgmanni ein fyrispurning um hetta.
Undanfarna landsstýri hevði samráðingar um handilssáttmála við bæði Estland og Póland, og hesar samráðingar førdu við sær, at vit fingu sáttmálar við bæði londini. Við hesum sáttmálum vildi táverandi landsstýri tryggja, at vit fingu eina betri støðu bæði mótvegis londunum sjálvum, og eisini seinni mótvegis ES.
Nýggja landsstýrið helt fram
Tá núverandi landsstýri tók við, sá út til, at henda gongdin fór at halda fram. Í frágreiðing løgmans um uttanlandsmál í 1999 varð sagt, at samráðingar um handilssáttmálar vóru í gongd ella um at fara í gongd við Lettland, Litava, Rumenia, Bulgaria, PLO, Kroatia, Turkaland, Russland, Kanada, Kili, Brasilia, Meksiko og Marokko.
Seinni hevur løgmaður greitt uttanlandsnevndini frá, at ætlanin var eisini at gera fríhandilssáttmálar við mong onnur lond uttan fyri Evropa.
Í løgmansrøðuni á ólavsøku í fjør varð sagt, at samráðingarnar við Russland og Lettland um sínámillum fríhandilssáttmálar vóru um at vera loknar. Sagt varð eisini: ?sáttmálin við Russland verður væntandi ein fullkomin fríhandilssáttmáli við ongum avmarkingum fyri vøruhandil.?
Komu til Føroya
Seint á sumri í fjør hoyrdist í føroysku fjølmiðlunum, at russar vóru komnir til Føroya, at undirskriva sáttmálan, og at Føroyar sostatt vórðu fyrsta landið í heiminum, sum gjørdi fríhandilssáttmála við Russland. Seinni hoyrdist tó, at russisku umboðini vóru farin avstað aftur, uttan at sáttmálin var undirskrivaður.
Ólavsøkurøða løgmans gav onga frágreiðing
Í ólavsøkurøðuni í ár segði løgmaður soleiðis: ?Í heyst verður sáttmáli undirskrivaður millum Føroyar og Russland um handilsligt og búskaparligt samstarv. Tá hesin sáttmálin er komin í gildi, verða samráðingarnar um ein veruligan fríhandilssáttmála millum londini tiknar upp aftur?
Hvat ið vorið er av øllum hinum samráðingunum, sum vóru í gongd ella um at fara í gongd í 1999, verður einki nevnt um í løgmansrøðuni. Heldur ikki hevur nakað verið upplýst um, hvat er hent við tí partinum av sáttmálanum við Russland, sum var klárur at skriva undir seinasta summar, men sum nú verður tikin upp aftur.
Edmund Joensen, løgtingsmaður hevur tí í tinginum, sett fram fyrispurning, har hann vil hava løgmann at greiða frá, hvussu langt landsstýrið er komið við arbeiðinum, sum undanfarna landsstýri setti út í kortið.