Alt ov ofta, tá ið tosað verður um ungdómspolitikk í Føroyum, eru tað bert bókligt lesandi ung, og ung, ið ætla sær undir víðari lestnað, ið tosað verður um. Tað var eisini júst av hesi orsøk, at ein av høvuðstáttunum í valstríðnum til Tórshavnar Ungdómsráð var at varpa ljós á, at átøk eisini eiga at vera gjørd, ið betra umstøður og kor hjá teimum ungu, sum ikki eru í holt við at útbúgva seg bókligt. Her verður serliga hugsa um ung, sum er í læru ella virka á arbeiðsmarknaðinum.
Eitt tað fyrsta, ið nývalda ráðið tók stig til, var tí eisini at hyggja at, hvat gerast kann fyri at betra um umstøðurnar hjá hesum bólkinum. Ung eiga at verða viðgjørd, sum tann fjølbroytti og samansetti bólkurin, tey eru, og til tess at betra um ungdómsumhvørvið í Føroyum og trivnaðin millum ung krevst ein breið vifta av ymiskum átøkum.
Eitt av neyðugu átøkunum er at tryggja, at ungdómsarbeiðsloysi er so lágt sum møguligt og at ung og møguleikar teirra at vinna fótafesti á arbeiðsmarknaðinum verða hugsað inn í tær verkætlanir, kommunan
stendur fyri. Eitt upplagt átak í hesum samanhangi, eru sosialir klausular.
Sosialir klausular eru ásetingar í sáttmálanum, ið gjørdur verður millum arbeiðsgevara og -takara, ið tryggja, at atlit verða tikin at ávísum viðurskiftum, tá ið størri verkætlanir verða stungnar út í kortið. Sosialir klausular gerast alsamt vanligari í donskum kommunum, og serliga eru tað ásetingar um, at fyritøkurnar, ið taka arbeiði, tá ið kommunur standa fyri stórum byggiverkætlanum, seta ella hava sett eitt ávíst tal av lærlingum.
Okkara játtan á kommunalu fíggjarætlanini er høvuðssakliga ætlað upplýsandi tiltøkum og átøkum av ymiskum slag, og vit eru eisini eitt sjálvstøðugt ráð, ið ikki er partur av kommunala maskinaríinum. Tískil eru okkara møguleikar at fáa konsultatión frá viðkomandi serfrøðingum avmarkaðir, men vit eru somikið
heppin kortini, at vit vita, at førleikar og ekspertisa eru í kommunalu umsitingini á hesum økinum. Vit vóna, at kommunala umsitingin og politiski myndugleikin í kommununi hava ein áhuga í hesum málinum – um ikki annað at fáa málið lýst.
Vit ynskja tí at heita á trivnaðardeildina, um at fáa varpað ljós á viðurskiftini hesum viðvíkjandi.
Serliga vóna vit at fáa lýst:
- Hvussu kommunan hevur handfarið spurningin um lærlingar í teimum byggiverkætlanum, ið kommunan fyrr hevur sett skjøtil á. Hevur tað verið kannað, um arbeiðstakandi fyritøkurnar hava sett lærlingar, ella um lærlingar hava verið í starvi í fyritøkunum? Hevur kommunan kanska longu mannagongdir á økinum?
- Hvussu løgfrøðin er á økinum? Tað er ein sannroynd, at sosialu klausularnir kunnu virka kappingaravlagandi, og tí er umráðandi at fáa lýst, í hvønn mun tað ber til at seta í verk tílíka skipan. Í hesum føri kundi tað verið áhugavert, at fingið eina løgfrøðiliga meting frá løgdeildini.
- Hvat skal til, til tess á fáa skipaðar mannagongdir á hesum økinum, og hvussu kann ein ímynda sær, at hesar mannagongdir síggja út?
Tór Marni Weihe, næstformaður
Tórshavnar Ungdómsráð