Fyrispurningur um kirkjuvígslur

Bill Justinussen hevur sent Jógvan á Lakjuni, landstýrismanni í mentamálum munnligan fyrispurning um støðuna, sum landsins myndugleikar hava til tær broytingar, sum tykjast vera ávegis innan fólkakirkjuna.
Tingmaðurin vísir á, at tað nærum dagliga berast tíðindi um støðuna, sum danska fólkakirkjan kann í, um ein meiriluti á Fólkatingi tekur undir við uppskotinum um kirkjuliga vígslu av samkyndum.
Hann heldur, at kirkjan við hesum kemur í stríð við sjálvan grundvøllin, sum hon stendur á, og at hetta er til miklan ampa millum kristin fólk í Føroyum.
Tingmaðurin heldur ikki, at tað í almenna orðaskiftinum framgongur nóg greitt, hvørja støðu landsmyndugleikarnir hava í málinum, og vil tí hava at vita, hvør avleiðingin verður fyri føroysku fólkakirkjuna, um donsk lógarbroyting hevur við sær, at loyvt verður at víga fólk av sama kyndi. Somuleiðis spyr hann ,um landsstýrismaðurin hevur ítøkiligar ætlarnir til tess at byrgja fyri, at føroysku fólkakirkjuni kann verða álagt slíkar skyldur.