Fyrispurningur um happing

Heidi Petersen, løgtingskvinna, hevur sett Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum ein skrivligan fyrispurning viðvíkjandi tiltøkum móti happing í fólkaskúlanum.

Hon spyr landstýrismannin, hvat hann ítøkiligt ætlar at gera við, at á leið 1000 næmingar í Føroyum, sambært nýggjari kanning, verða happaðir, um landsstýrismaðurin hevur nøkur langtíðarmál fyri at basa happingini og hvussu hesi skulu gjøgnumførast. Eisini spyr løgtingskvinnan um landsstýrimaðurin hevur nakra ætlan fyri, hvussu skúlaverkið kann hjálpa happaðum næmingum og foreldrum teirra, og hvussu nógvan pening hann ætlar at seta av til hetta økið á komandi fíggjarlóg.