Fyrispurningur til LGBT Føroyar?

Nú er í tinginum og fjølmiðlunum drúgt kjak um rættindini hjá samkyndum og broyting av hjúnabandslógini.

 

Tað sum eg havi lagt til merkis er, at lítið og einki verður gjørt við at fáa fram, hvat tað er felagið LGTB sjálvt ynskir.

 

Ì Sosialinum fyri mikudagin  16/03 verður givið  til kennar ynski um rættindi við hesi lýsing ”Gevið okkara børnum somu rættindi sum tínum”

 

Min spurningur er hesin: Er LGTB sinnað at góðtaka eina lóg, sum gevur tykkum, arvarættindi og samlívsrættindi, uttan at henda lóg brúkar orðið hjúnaband?

 

Lógin kundi hóskandi iti: Lóg fyri aðrar samlívshættir og givið  møguleika fyri arvarætti á sama hátt sum hjúnabandið ger.

Hetta er ein møguleiki, sum uttan iva hevði  vunnið framm í løgtinginum.