Vónbjartur Sørensen
-----
Í løtuni brúkar landið nógvar pengar upp á at gera ábøtur á Hvalbiartunnilin, men hvat er ætlanin við hesum?
Hóast tað verður brúkt millión oman á millión í henda ótíðarhóskandi tunnil, so er niðurstøðan tann sama, stórir bilar sleppa ikki lættari ígjøgnum tunnilin.
Tað einasta rætta at gera við farleiðina millum Hvalba og Trongisvág er at gera ein nýggjan tunnil, men eg eri bangin fyri, at tað sum Landsverk og Landsstýrið ger í løtuni bert verður gjørt fyri at skjóta ein nýggjan tunnil longur fram í tíðina.
Sjálvur koyri eg stóran bil, og havi eg stórar trupulleikar av tunlinum, tí bilurin ofta tekur í loftið, tá eg koyri ígjøgnum. Hvør skal taka ábyrgd av hesum skaðum, sum eg fái á bilin?
Tí vil eg hava, at landsstýrismaðurin í innlendismálum sigur okkum, hvør er ætlanin við hesum ørskapinum í Hvalbiartunnlium?