Hevði í veruleikanum ikki væntað at fingið svar frá nøkrum av politisku formonnunum, tí tað kundi jú fingið veljararnar at ørkymlast beint undan vali, hevði tó vóna, at onkur gjørdi spurningin greiðari fyri mær.
Jóannes Eidesgaard nertir tó við spurningin í Sosialinum 20.04.02, har hann sigur:"Sjálvandi er oljan okkara." Víðari sigur Jóannes, at slatur gongur um, at m.a. Javnaðarflokkurin ætlar at geva dønum undirgrundina aftur.
Kanst tú geva nakað, tú ikki eigur?
Ella skal tað ikki takast fyri fult, tá Frank Jensen, løgmálaráðharri í fólkatinginum sigur, at føroyingar ongantíð kunnu fáa ognarrættin til undirgrundina, (Spm. nr. S 1799 svarað 14.3.2001), men við "Råstofaftalen" bert hava tann umsitingarliga og lóggevandi førleikan?
Góði Jóannes, veit, at tú hevur nógv um at vera í hesum døgum, men hevði tú ikki kunna sett eina løtu av og svara mær og helst nógvum føroyingum úr øllum flokkum, hvussu hettar hongur saman? Eiga vit oljuna, sjálvt um vit ikki eiga undirgrundina?
Hetta kann alt kannast nærri á: www.folketinget.dk/samling/20001/spor_sv/S1799.htm










