Fyrispurningur til Gimme Olsen og Bill Justinussen

- í sambandi við greinir tykkara í bløðunum herfyri -

Tað er hugtyngandi, sum føroyskur útiseti, at vera vitni til, at tað føroyska samfelagið verður alt meira merkt av religiøs- fundamentalistikum hugburðum. Tað er skelkandi, at tað eru fleiri ambitiøsar kreftir, ið vilja førka Føroyar nærri eini religiøsari, kúgandi mentan, eins og vit kenna tað nógva aðrastaðni frá úti í heimi. Tað, sum eyðkennir tey mest fundamentalistisku londini er, at fólkið verður hildið niðri við áhaldandi religiøsari heilavasking, og hesi vanlukkustýri hava sum oftast, tíverri, eisini tann fyrimun, at fólkini eru illa upplýst, hava vánaligan lærdóm og tí eru løtt at manipulera við. Fyri at nevna nøkur av hesum londum, kunnu nevnast Afganistan, Pakistan, Iran, Irak og Indonesia.

Nú situr tú óiva og sigur, at hesi lond hava einki við okkum og kristindóm at gera - men tað hava tey nevniliga. Fara vit nøkur hundrað ár aftur í tíðina, so hevði kristindómurin meinlíkan atburð, eins og islam hevur í dag. Harafturat eru kristindómur og islam tvær alin av somu longd, okkara Gamla Testamenti og teirra Koran eru stórt sæð meinlík, og Jesus hevur í koranini sín leiklut sum profetur. Tað eru bert tulkingar og meira ella minni týdningarloysi, sum skilir hesar báðar religiónir.

Men har vit í dag merkja munin, er tann háttur hesar báðar religiónir verða praktiseraðar uppá. Flestu kristin lond í dag eru høgt siviliserað, og eru í takt við at kristindómurin stigvíst hevur fingið minni og minni týdning fyri samfelagsgongdina vorðin betri og rættvísari samfeløg at liva í. Argumentatión, opinleiki og logikkur er vorðið grundarsteinurin undir tí demokatisku skipanini. Og ikki sum fyrr, religiøs intoleransa og fanatisma.

Møguliga er grundin fyri, at tey islamisk fundamentalistisku londini eru fleiri hundrað ár aftan fyri okkum, tá tað snýr seg um at virða menniskjarættindir og demokrati, tann, at Muhamed livdi 600 ár aftaná Jesus, og at teirra religiøsitetur av teirri grund nústani kulminerar eins og okkara gjørdi tað fyri nøkrum hundrað árum síðani.

Men tit vilja eftir øllum at døma halda fast við fundamentalismuna og stramma hana uppaftur meira, um tit fáa møguleika fyri tí; og hetta hevur við sær, at Føroyar verður eftirbátur og undirútviklað í mun til okkara grannalond.

Nú til fyrispurningin. Eg vil biðja tykkum um at gjøgnumhugsa, at tá tit siga, at bíblian skal takast bókstaviliga, og at hon er SANNLEIKIN - og tí skulu samkynt diskriminerast, sambært Rómverjabrævinum 1. vers 24 og út - um vit so ikki eisini skulu innføra avhøgging av hondum og fótum, og útslíting av eygum hjá fólki, tá ið vit neyðars syndugu skapningar verða freistað (og hvør hevur ikki onkuntíð verið tað í lívi sínum). Tí skal bíblian takast bókstaviliga (altso fundamentalistiskt), so eiga hesi omanfyri nevndu ting eisini at verða praktiserað.

Í hesum sambandi, sí: Matteusarevangeliið 5. vers 29-30, Matteusarevangeliið 18. vers 8-9, og Markusarevangeliið 9. vers 43-47.


Århus 20/5-00

Hilmar Simonsen

E-mail: Hilmars@mobilixnet.dk